Føroya Skipara- og Navigatørfelag
  FRAMSÍÐA
  Hugna- og kunningarfund...
  Nyggjur formaður í Lede...
  Ársing fyrstuhjálparar ...
  Kunning!
  Jan Højgaard heldur áfr...
  Nordisk Navigatør Kongr...
  Prógvhandan á Vinnu- há...
  Loyvi á Flemish Cap á o...
  Próvhandan á Sjónámi 18...
 INNIHALDSYVIRLIT . . .




Nevndarlimir.

LOGO

FSN flagg

19-02-2019

Hugna- og kunningarfundur hjá Felagnum Føroysk Segltræskip



Felagið Føroysk Træseglskip hava hugna- og kunningarfund í Müller’s Pakkhúsi leygardagin 23. feb. 2019 fyri innbodnum.

 Les . . .
19-02-2019

Nyggjur formaður í Lederne Søfart



Lederne Søfart hava fingið nýggjan formann. Talan er um 36 ára gamla Sune Blinkenberg.
Sune Blinkenberg tekur yvir eftir Fritz Ganzhorn, ið fór frá síðsta ár.
Nýggi formaðurin vil fáa fleiri ung at velja eina maritima yrkisleið.

Kelda og mynd: www.shippingwatch.dk


 Les . . .
18-02-2019

Ársing fyrstuhjálparar eru kosnir



Hetta stendur at lesa inni á www.kvf.fo


 Les . . .
08-02-2019

Kunning!



Frá 1. januar 2019 er broyting komin í flyting av frítíðarlønini hjá stýrimonnunum. Áður hevur Føroyar Fiskimannafelag umsitið frítíðarlønina, men eftir 1. januar 2019 hevur FSN yvirtikið umsitingina, soleiðis at frítíðarlønin hjá stýrimonnunum nú verður flutt á frítíðarlønarkonto hjá FSN.
Kunning um hetta er send til reiðaríini.


 Les . . .
31-01-2019

Jan Højgaard heldur áfram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag


Tað er nú greitt, at Jan Højgaard heldur áfram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag í 3 ár afturat.
Hetta er sostatt 5. skeiðið, ið Jan Højgaard situr.
FSN ynskir Jan Højgaard hjartaliga til lukku við formansvalinum, og FSN sær fram til gott samstarv.

 Les . . .
29-01-2019

Nordisk Navigatør Kongress í Keypmannahavn



Annfinnur Garðalíð, formaður í FSN, er í hesum døgum í Keypmannahavn til Nordisk Navigatør Kongress.

 Les . . .
26-01-2019

Prógvhandan á Vinnu- háskúlanum 25. januar


Fríggjadagin, 25. jan. 2019 var hátíðarhald á Vinnuháskúlanum, tá 30 lesandi fingu prógv.
Virkandi stjórin Símun Poulsen beyð vælkomin og gav orðið til gestarøðaran Ben Arabo.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum, handaði Ørvi Joensen, skipsførara, heiðursgávu fyri hægsta próvtali.
Ørvur Joensen og Jacob Guttesen bórðu fram heilsu frá teimum lesandi.

 Les . . .
18-01-2019

Próvhandan á Sjónámi 18. januar 2019



Fríggjadagin 18. jan. 2019 varð próvhandan á Sjónámi í Klaksvík, og var Annfinnur Garðalíð, formaður í FSN, við sum gestarøðari.

 Les . . .
17-01-2019

Samráðingar við Reiðarafelagið fyri farma- og handilsskip byrja



Manningarfeløgini hava handað krøvini til Reiðarafelagið fyri farma- og handilsskip.

 Les . . .
16-01-2019

Sjómanskvinnuringurin í Klaksvík 60 ár


Sjómanskvinnuringurin í KFUM & K í Klaksvík, sigur í tíðindaskrivi, at 13. januar vóru 60 ár síðani felagsskapurin varð stovnaður.
Tað var 13 januar í 1959, at átta kvinnur komu saman í heiminum hjá táverandi trúboðara hjá Heimamissiónini, John Munch.
Fyrsti forkvinna hjá felagskapinum var Suffía (Fía) Lassen; hon varð vald til forkvinnu í mong ár.

 Les . . .
14-01-2019

Nýggja havrannsóknarskipið


Nýggja havrannsóknarskipið, sum verður bygt í Litava, hevur alt, sum krevst fyri at gerast eitt av fremstu havrannsóknarskipum í heiminum.

 Les . . .
11-01-2019

Mælt verður ímóti kunngerð um uppboðssølu


Uppskot um kunngerðina um uppboðssøluna, um rættin at fiska 1.276 tons á Flemish Cap í ár, hevur nú verið til viðgerðar í Fiskivinnuráðnum.
Og nú er greitt at undirtøka, fyri hesi uppboðssølu, er ikki í Fiskivinnuráðnum.
Felagið Línuskip hevur frammanundan gjørt var við, at felagið tekur ikki undir við eini afturlatnari uppboðssølu, sum fyriskipað í kunngerði.
At uppboðssølan skal vera afturlatin merkir, at tey, sum bjóða ikki vita, hvat onnur bjóða.
Hálvdan Gudmundsen, formaður í Línuskipum, hevur boðað frá, at felagið hevur gjørt vart við støðu sína, bæði í Fiskimálaráðnum og í Fiskivinnuráðnum.

 Les . . .
11-01-2019

Jan Haldansen skrivar eitt lesarabræv um dekkaraútbúgvingina



Inni á www.vp.fo kann lesast lesarabræv hjá Jan Haldansen um dekkaraútbúgvingina.



 Les . . .
07-01-2019

Nøgd av djóraæti ávirkar makrel og botnfiskin



Sannlíkt er at hetta er orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á Landgrunnin í munandi nøgdum, fyrr enn seint á sumri.
M.a. hetta vísa kanningar av sonevnda K-skurðinum, sum er í ein útsynning úr Koltri.

 Les . . .
07-01-2019

Hýsu- og toskastovnurin eru væl fyri


Havstovan metur at fiskastovnarnir undir Føroyum eru væl fyri; serliga toska- og hýsustovnurin. Havstovan sigur, at stovnsmetingarnar, sum tey hava gjørt á vári og aftur á heysti í 2018, vístu at eftir fleiri ár við vánaligari tilgongd av toski og hýsu, er hugalig vend komin í. Tilgongdin til stovnarnar var yvir miðal í 2017 og 2018.

 Les . . .
07-01-2019

Vørn: Fiskiloyvini í bólki 5



Vørn boðar frá um avgreiðslu av fiskiloyvum í bólki 5, at treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi í bólki 5 A er broyttar fyri 2019.

Serstakar treytir eru um inntøku, í inniverandi ári, fyri at fáa fiskiloyvi til bólk 5 A.

 Les . . .
03-01-2019

4 línuskip farin til fiskiskap á Flemish Cap



Felagskvotan á Flemish Cap er í ár 3.911 tons, frystilínuskipini eiga 2.635 tons.
Klakkur, Kambur, Eivind og Stapin eru farnir til fiskiskap á Flemish Cap.
Skipini kunnu byrja at fiska 10. januar 2019.

 Les . . .
29-12-2018

Myndir frá aðalfundinum 28. desember



Á aðalfundinum 28. desember 2018 vóru teir mans valdir í nevndina, sum ikki áður hava verið nevndarlimir í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Talan er um Jón Boga F. Guttesen og Jóhan Eli L. Poulsen.
Myndin vinstrumegin er av Jón Boga F. Guttesen.

 Les . . .
28-12-2018

Formansfrágreiðing á aðalfundinum 2018


Sambært viðtøkum felagsins skal formaðurin leggja fram frágreiðing um virksemi felagsins farna árið. Henda frágreiðing er løgd fyri nevndina innan aðalfundin.

 Les . . .
28-12-2018

Felagið hevði ársaðalfund 28 .desember 2018


Føroya Skipara- & Navigatørfelag hevði ársaðalfund á Hotel Tórshavn 28. desember 2018.
Á skránni var m.a. nevndarval. Tveir nýggir limir vóru valdir í nevndina; Jón Bogi F. Guttesen, havnastjóri, Tvøroyrar Havn og Jóhan Eli L. Poulsen, skipari á partrolara.
Eftir aðalfundin var nevndarfundur, har nevndin skipaði seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Elias Zachariassen sum næstformanni.

 Les . . .
20-12-2018

Sáttmálin við Føroya Reiðarafelag sagdur upp



6. mars 2018 varð sáttmálin við Føroya Reiðarafelag framlongdur til at fara úr gildi í fyrsta lagi 1. apríl 2019.

Skipara- og Navigatørfelag hevur nú sagt sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp.

 Les . . .
12-12-2018

Føroyar og Noreg gjørt semju fyri 2019


Føroyar og Noreg eru komin ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2019.
Londini bæði vóru á einum máli um at varðveita støðið í avtaluni, og bert smávegis broytingar eru í kvotabýtinum í mun til 2018.
Avtalan varð undirskrivað 13. desember.


 Les . . .

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Smærugøta 9a
FO 110 Tórshavn

tlf. 31 69 73
fax. 31 85 16
teldupostur: fsn@fsn.fo

Formaðurin: annfinnur@fsn.fo fartelefon: 216973



ATKVØÐUGREIÐSLA
Skal veiðan undir Føroyum framhaldandi verða skipað sum Fiskidagaskipan ?

JA
NEI


Vís atkvøðuúrslit