Samlagstrygging

Samlagstrygging hjá LÍV

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur avtalu við LÍV um samlagstrygging. 

Allir virknir limir felagsins kunnu vera við í hesari trygging.

Gjaldið fyri samlagstrygging - hjá teimum, sum hava eftirlønarskipan hjá LÍV, verður drigið frá inngjaldinum til eftirløn og hesir limir ella teirra arbeiðsgevarar skulu sostatt ikki gjalda serstakt gjald fyri samlagstryging.

Teir limir, sum ikki hava eftirløn hjá LÍV skulu gera avtalu við LÍV um gjald fyri Samlagstrygging (350,- kr. um mánaðin).

Tryggingarupphæddir

Samlagstrygging

Tryggingin fevnir um limir í

Føroya Skipara– og Navigatørfelag og
Maskinmeistarafelagnum

Tryggingarupphæddir   (galdandi frá 1. januar 2018)

Um limur doyr: kr. 800.000
Høvuðsupphæddin lækkar frá 51-ára aldri við kr 25.000 hvørt ár til upphæddin er kr. 400.000

Um hjúnafelagi/sambúgvi doyr: Hálv høvuðsupphædd

Ávísar hættisligar sjúkur: Limur              kr. 150.000
Ávísar hættisligar sjúkur: Barn hjá limi    kr. 150.000 

Hoyritól: Í mesta lagi kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið

Tryggingin er galdandi til limur fyllir 67 ár.

Hvør kann vera tryggjaður?

Tryggjaðir kunnu vera virknir limir í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum, starvsfólk í nevndu feløgum og hjúnafelagar hjá viðkomandi persónum ella sambúgvar, um hesi hava búð saman í 2 ár ella meira.
Ynskir persónur at verða innlimaður í sjálvbodnu samlagstryggingina, skal hetta fráboðast LÍV og felagið skal vátta, at viðkomandi er virkin limur ella starvast í viðkomandi felag.

Tann, ið ynskir at verða tryggjaður, skal útfylla áheitan um samlagstrygging, ið verður send til LÍV saman við avriti av serligu læknaváttan fyri sjófólk (bláu bók). Um limur ikki hevur læknaváttan fyri sjófólk, skal heilsulýsing latast LÍV, sum tekur støðu til, um viðkomandi kann vera tryggjaður.

 
Innliman

Tryggingin við deyða tekur við, tá ið limur hevur goldið eftirlønar- ella tryggingargjald til LÍV.

Trygging við hættisliga sjúku tekur í fyrsta lagi við ein mánað eftir at limurin er komin upp í tryggingina.

Um limur, av sjúku ella vanlukku, missur arbeiðsføri til 1/3 ella lægri, heldur limur fram í tryggingini, gjaldfrítt í upp til 3 ár.

Útgjald

Samlagstryggingin gevur útgjald av upphædd við deyða og hættisliga sjúku. Samlagstryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð, annars sambært tryggingartreytum.

Tryggingarhæddin við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV. Næsti avvarðandi er í fyrsta lagi hjúnafelagi. Um ongin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn (lívsarvingar). Eru ongir lívsarvingar, verður útgoldið sambært arvalógini.

Ynskist tryggingarhæddin útgoldin til onnur enn næsta avvarðandi t. d. sambúgva, skal hetta fráboðast skrivliga til LÍV. Sí annars heimasíðuna www.liv.fo, undir tryggingar, samlagstrygging.  

Tryggingarupphæddin við hættisliga sjúku og um hjúnafelagi doyr, verður útgoldin til limin.

Ávísar hættisligar sjúkur

Samlagstryggingin fevnir eisini um ávísar hættisligar sjúkur og veitir útgjald, um ein av nevndu sjúkum verður staðfest.

 
Krabbameinssjúku (cancer)
Blóðtøpp í hjartanum (hjartainfarkt)
Bypass-skurðviðgerð ella ballónvíðkan fyri krúnu-lívæðrakálking
Hjartaloku-skurðviðgerð
Lívshóttandi óregluligur pulsur, við ísetan av ICD-eind (hjartakvikli)*
Aorta sjúka (Sjúka í meginlívæðrini)*
Slag (Heilabløðing / blóðtøppur í heilanum)
Bjølgar á lívæðrum í heilanum (innanskalla sak-kulat aneurisma)

æðraavskapan í heilanum (AV- malformatión) ella kavernøst (poknut) angiom í heilanum*
Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu
Disseminerað sklerosa
Motorisk nervakyknusjúka (MND)*
Vøddasvinn
HIV-ígerð, sum er fylgja eftir blóðgávu ella ar-beiðstreytaðari smittu
AIDS (eyðkvæmi)
Nýrasviknan
Flutningur av størri yrkisgøgnum
Parkinsons sjúka - Paralysis agitans
Miss av sjónini
Miss av hoyrnini
Alzheimers sjúku*
Creutzfeldt-Jacobs sjúku
Fylgjur eftir bruna í heila- ella heilaserki *
Týðandi brunaskaðar (ambustio) *
Varandi hjartasviknan í sambandi við ísetan av ICD/CRT-eind ella haldføra
mekaniska hjartapumpu, t. d.  Heartmate **
Fylgjur av Borreliaígerð ella Tick Borne Encephalitis (TBE) ***

 

             * Frá 01.01.2010     ** Frá 01.01.2014      *** Frá 01.01.2017
 

Um so er, at ein av omanfyri nevndu sjúkum er staðfest áðrenn innliman í tryggingina, verður endurgjald ikki veitt, um sama sjúka rakar av nýggjum. Limur missir rætt til fleiri útgjald fyri hættisliga sjúku, tá útgjald einaferð er farið fram.

Sjúka má fráboðast innan 2 ár eftir at sjúka er staðfest, tí krøv um endurgjald fyrnast.

Er illkynjað krabbamein staðfest áðrenn innliman í tryggingina, er eingin fullnaður fyri krabbamein, uttan mun til, hvat slag av krabbameini rakar av nýggjum. Tó so, at um tað frammanundan er staðfest í mesta lagi ein illkynjað krabbameinssjúka og um viðgerð av hesari sjúku er endað fyri meiri enn 7 árum síðani, er ein nýggj krabbameinssjúka tó fevnd av tryggingini, treytað av at einki afturfall hevur verið í nevnda tíðarskeiði.

 

Tryggingin fevnir eisini um ávísar hættisligar sjúkur hjá børnum hjá liminum. Tryggingarupphæddin verður útgoldin, um so er, at barn fær staðfest eina av niðanfyri nevndu sjúkum.

 

Illkynjaða krabbameinssjúku
Hjartaloku-skurðviðgerð **
Lívshóttandi óregluligur pulsur, við ísetan av ICD eind (hjartakvikli) **
Slag (heilabløðing/blóðtøppur í heilanum) **
Bjølgar á lívæðrum í heilanum (innanskalla sakkulat aneurisma),

æðraavskapan í heilanum (AV- malformation) ella kavernøst (poknut) angiom í heilanum **
Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu **
Disseminerað sklerosa **
HIV-ígerð av blóðgávu
AIDS
Nýrasviknan 
Flutningur av størri yrkisgøgnum **
Miss av sjónini (2 ár ella eldri)
Miss av hoyrnini (2 ár ella eldri)
Meningitis 
Fylgir eftir bruna í heila- ella heilaserki **
Týðandi brunaskaðar (ambustio) **
Hjartasjúka, ið krevur skurðviðgerð **
Histiocytosir og fibromatosir **

 

               * Frá 01.01.2010     ** Frá 01.01.2014      *** Frá 01.01.2017
 

Hetta er galdandi fyri børn frá føðingardegnum og fram til 18 ár. Fyri miss av sjónini og/ella miss av hoyrnini, er tó galdandi, at barnið skal vera 2 ár ella eldri, tá ið hetta verður staðfest.

 

Tryggingin fevnir um hesi børn

 

Biologisk børn
Ættleidd børn
Fosturbørn, treytað av, at hesi eru skrásett at búgva á sama bústaði sum limurin
 

Hevur eitt barn fingið staðfest eina hættisliga sjúku, áðrenn innliman í tryggingina, er henda sjúka ikki fevnd av tryggingini. Verður tryggingarupphæddin útgoldin, fellur tryggingin av viðkomandi barni burtur.

 

Tryggingartreytirnar áseta neyvari reglur - tær kunnu heintast á www.liv.fo undir Lógarkarmar - Tryggingartreytir.

 

Gjald

 

Limir, sum hava eftirløn hjá LÍV
Tryggingargjaldið er við gildi frá 1. januar 2018 kr. 350 um mánaðin.
Tryggingargjaldið verður drigið frá inngjaldinum til eftirløn.

 

Limir, sum ikki hava eftirløn hjá LÍV
Tryggingargjaldið verður goldið umvegis GS (gjaldskipan)

Framhaldstrygging

Tá ið limur fer úr samlagstryggingini, hevur hann rætt til at tekna framhaldstrygging, ið er persónlig trygging við somu upphædd, sum var galdandi fyri samlagstryggingina, uttan at lata heilsuváttan.

 

Framhaldstrygging fevnir ikki um endurgjald til hoyritól og kann ikki teknast til hjúnafelaga/sambúgva.

 

Møgulig framhaldstrygging skal teknast áðrenn 2 mánaðir aftaná, at limurin er farin úr samlags­tryggingini.

 

Gjaldið er ikki tað sama sum í samlagstryggingini, men verður ásett á einstaklingagrundarlagi 

 

Leiðbeining

Ynskist nærri leiðbeining ert tú vælkomin at seta teg í samband við LÍV ella Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

 

FØROYA LÍVSTRYGGING
Tlf. 311111
www.liv.fo

 

FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG

Tlf. 316973

www.fsn.fo

 

 

Leiðbeining

Ynskist nærri leiðbeining ert tú vælkomin at seta teg í samband við LÍV ella Føroya Skipara- og Navigatørfelag. 

Faldarar

Umsókn

Umsókn um útgjald vegna ávísa hættisliga sjúku.