Tíðindi

Undir Íslandi við Stapanum

23 nov 2021

1. Fult navn, bústaður, føddur, børn?
Jákup Eli Eidesgaard av Eiði, føddur 16. juli 1955, 4 børn, 3 gentur á ávikavist 31 og 31 ár (tvíburðar) og eina á 23 ár. Drongurin er 25 ár og er farin í faðirs fótaspor á Skiparaskúla.
  
2. Útbúgving?
Skiparalærdur.

3. Starv?

Skipari á línuskipinum, Stapanum, ið tekur 230 tons í frystari veiði. Fiska í løtuni undir Íslandi, har fiskiskapurin hevur verið góður, men nú er illveður, og teir eru ávegis at kroka undir landi.

4. Hvussu heldur tú, útlitini eru hjá navigatørunum?
Tey eru góð. Tó hevur tað í seinastuni knípt við at fingið serliga stýrimenn umborð á línuskipini. Soleiðis var støðan ikki hjá skipunum í fyrstani, eftir tey tey vórðu umbygd og fingu frystarí umborð. Eisini knípur við manning yvirhøvur.

5. Hvat er størsta avbjóðingin hjá Navigatørunum í dag?
Fyri okkum í línuflotanum kann vera stríggið at fáa nokk av manning umborð.

6. Nær fór tú fyrstu ferð til skips?
Við Borðoyanesi í 1970, so tað gongur á 52. ári sum sjómaður.

7. Hvørjum skipum hevur tú siglt við?
Mest við línuskipum, men havi eisini roynt bæði trolara- og rækjufiskiskap.

8. Longsti túrur til skips?
6 mánaðar á Flemis Cap við norska línubátinum, Herøyholm, tá eg 16 ára gamal, so tað virkaði ógvuliga leingi.

9. Frítíðarítriv?
Vit hava ein lítlan glasfiburbát á 27-28 føtur, sum mær dámar væl at flota mær við.

10. Slag av bili?
Volvo V90

11. Telda?
Farteldu, minnist ikki merkið.

12. Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sæð?
Síðani eg fekk brillur havi eg ikki lisið nógvar bøkur, og filmum hyggi eg heldur ikki so nógv eftir. Annars dámar mær væl at síggja og lurta eftir føroyskum sendingum. Serliga tær hjá Zachariasi Hammer, og tá ræður um útvarp, er tað við Tórði á túri.

13. Besti tónleikur/sangur?
Sum heild mær væl føroyskan tónleik.

14. Hvat kann gera teg gleðan?
Tá alt gongur væl bæði heima og úti. At fáa nógvan fisk dámar mær ógvuliga væl.

15. Hvat kann øsa teg?
Tá menn ikki møta upp ella ikki taka tað fyri fult, sum ein gevur boð um. Tað mær mær ikki væl. 

16. Hvat metir tú, er ein góður skipari?
Ein, sum er góður við manningina, og syrgir fyri góðum trivnaði umborð.

17. Onkur serlig hending í tínum sjólívi, góð/minni góð?
Havi tíbetur mest bara góð minnir, men síðst í nítiárunum misti eg ein sera góðan vin, og tað var ógvuliga hart.







20 des 2024
Førya Skipara -& Navigatør­felag og Betri Pensjón hava í dag undirskriva eina 5 ára avtalu
18 des 2024
Ársaðalfundu­rin hjá Føroya Skipara-& Navigatør­felag
3 des 2024
Brúgvakaffi Fríggja­dagin 06-12-2024 kl 10:00 - 12:00
28 nov 2024
Fundarinnkalling mánamorgunin tann 02. 12. 2024 kl 10:00
11 nov 2024
Umsóknarblað Til Grunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.