Tíðindi

Manbjørn hevur verið víða um

1 des 2021

1. Fult navn, bústaður, føddur, børn?
Manbjørn Martinsson í Grund, føddur 13. august 1953 í Syðrugøtu. Somuleiðis búsitandi har og eigur tvey børn.
 (Mannbjørn situr í miðjuni á myndini)

2. Útbúgving?
Skipsførari.

3. Starv?
Skipari á M/B Dávid, sum er ein 48 tons sleipari. Hevur somuleiðis fyrifallandi hýru sum stýrimaður á trolarum.

4. Hvussu heldur tú, útlitini eru hjá navigatørunum?
Tey eru góð.

5. Hvat er størsta avbjóðingin hjá Navigatørunum í dag?
At fylgja við tíðini og halda útbúgvingina viðlíka.

6. Nær fór tú fyrstu ferð til skips?
Sum 14 ára gamal í 1968 við Maritenu.

7. Hvørjum skipum hevur tú siglt við?
Nógvum. Var skipari á Havalduni í 1975-76,  stýrimaður á Skálabergi 1979-85, skipari á Enniberg 1985-91, skipari á Beini 1991-95, við russiskum trolara 1996-00, skipari á Nærabergi 2000-04, skipari á Sjúrðarbergi 2005-06, í frálandavinnuni 2006-15, skipari hjá Thor í Hósvik, mest á Thor Provider. Frá 2015 til nú fyrifallandi stýrimaður á trolarunum, Baki, Stelki, Lerki og Vesturvarða. Beint nú avloysari sum stýrimaður á Jákupi Sverra.

Annars hava hýrurnar verið nøkulunda í hesi raðfylgju: Maritena 1968, Ranafossur og Vestfart 1969, Ausborg i Íslandi 1972, Magnus Heinason 1972-73, Havaldan 1975-76, Logos 1976-77, Sjúrðarberg 1978, Skálaberg 1979-85, Enniberg 1985-91, Beinir 1991-95, Sotrudnichestvo og systurskip 1996-00, Næraberg 2000-04, Sjúrðarberg 2004-06. Frá 2006-15: ex Saturn, Mars Chaser, North Star, Thor Provider, Vesturland. 2015-21: Tongul, Rankin, Bakur, Stelkur.

8. Longsti túrur til skips?
Fimm mánaðar við Magnusi Heinason í 1972.

9. Frítíðarítriv?
Gongutúrar í haganum.

10. Slag av bili?
Mitsubishi.

11. Telda?
Lenovo.

12. Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sæð?
Bíblian er besta bókin, annars: Ashenden eftir Somerset Maugham. Filmur: Darkest Hour.

13. Besti tónleikur/sangur?
Those were the days við Mary Hopkins.

14. Hvat kann gera teg gleðan?
Abbabørnini.

15. Hvat kann øsa teg?
Órættur.

16. Hvat metir tú, er ein góður skipari?
Avgjørdur, men vinarligur

17. Onkur serlig hending í tínum sjólívi, góð/minni góð?
Góð hending: Tá vit komu heim við fullari last av saltfiski úr Barentshavinum við trolaranum, Havalduni.
Keðilig hending: Tá vit sukku við Havalduni i 1976.

 


3 jan 2025
Ársaðalfundu­rin hjá FSN
27 des 2024
Sjóvinnustýrið yvirtekur ábyrgdina av at senda út siglingarfráboða­nir.
20 des 2024
Førya Skipara -& Navigatør­felag og Betri Pensjón hava í dag undirskriva eina 5 ára avtalu
18 des 2024
Ársaðalfundu­rin hjá Føroya Skipara-& Navigatør­felag
3 des 2024
Brúgvakaffi Fríggja­dagin 06-12-2024 kl 10:00 - 12:00
28 nov 2024
Fundarinnkalling mánamorgunin tann 02. 12. 2024 kl 10:00
11 nov 2024
Umsóknarblað Til Grunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
4 okt 2024
Fundarinnkalling