Tíðindi

Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending

24 mar 2024

1. Fult navn, bústaður, føddur, børn?
Hallur Mohr, føddur í Fuglafirði 1. august 1955, og búsitandi í Hoyvík. Giftur við Ester Mohr. Børnini eru fimm í tali. Ein dóttir 49 ár, sonur 43, sonur 40, dóttir 32 og sonur 23 ár.

2. Útbúgving?
Skipsførari

3. Starv?
Skipari á Ternuni, sum siglir millum Havnina og Nólsoy.

4. Hvussu heldur tú, at útlitini hjá navigatørunum eru?
Tey síggja gott út, tí tað eru sera góðir møguleikar at útvega sær hýru, serliga sum útisiglari.

5. Hvat er størsta avbjóðingin hjá Navigatørunum í dag?
Hetta at duga av virka millum alskyns fólkasløg og manningar.

6. Nær fór tú fyrstu ferð til skips?
Sum messudrongur bert 15 ára gamal í august 1970 við Norðbúgvanum, ið var garnabátur. Ein túrur, sum vardi í sjey mánaðar undir Grønlandi.

7. Hvørjum skipum hevur tú siglt við?
Garnaskipinum Norðbúgvanum, nótaskipunum Sólborg og Krúnborg, trolaranum Dragabergi og síðani út í heim at sigla við bingjuskipum hjá reiðarínum Knud Larsen. Í 2001 gekk leiðin heimaftur, har Strandferðslan stóð fyri tørni, og hevur verið arbeiðsplássið síðani.

8. Longsti túrur til skips?
Sjey mánaðar undir Grønlandi við garnaskipinum Norðbúgvanum.

9. Frítíðarítriv?
Tónleikur, serliga klaver og gittar.

10. Slag av bili?
Toyota Auris

11. Telda?
HP

12. Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sæð?
Lesi ikki serliga nógv og brúki heldur ikki tíð framman fyri sjónvarpinum. Høvuðsorsøkirnar eru helst, at bæði arbeiði og frítíðarítriv fylla so nógv.

13. Besti tónleikur/sangur?
Gospeltónleikur og gospelsangur.

14. Hvat kann gera teg gleðan?
At míni medmenniskju og fólk í heila tikið hava tað gott.

15. Hvat kann øsa teg?
Haldi meg vera góðsligan av sinni, men mær dámar sera illa, tá avtalur ikki verða hildnar, og tá fólk ikki møta til tíðina.

16. Hvat metir tú, er ein góður skipari?
Ein, sum í hvussu er hevur annað beinið niðri á dekkinum. At vera góður við manningina hevur sera stóran týdning. Harafturat hetta at geva sær tíð at lurta eftir øllum fólkum og virða teirra sjónvarmið.

17. Onkur serlig hending í tínum sjólívi, góð/minni góð?
Tá eldur kom í Norðbúgvan í 1971, har vit vóru á veg úr Føroyingahavnini út á fiskileið. Tað vóru vánalig líkindi og kalt, tá vit um morgunin vóru útpurraðir, og sjálvandi í lítlum og ongum klæðum, har vit máttu flýggja út á bátadekkið undan eldinum. Annar meistarin, Regin Djurhuus, fór niður í eitt manningakamar, har eldurin var kyknaður, og fekk hann sløktan. Tað var eitt satt bragd hann tá gjørdi. Annars vænti eg ikki, at vit vóru slopnir við lívinum. Tað var sanniliga ein góð hending í eini ógvuliga ringari støðu.

18. Hvussu og hvar heldur tú jól og nýggjár í ár?
Heima hjá okkum sjálvum í Hoyvík við allara familjuni samlaðari. So tað verður sannur jólahugni hjá okkum.


20 des 2024
Førya Skipara -& Navigatør­felag og Betri Pensjón hava í dag undirskriva eina 5 ára avtalu
18 des 2024
Ársaðalfundu­rin hjá Føroya Skipara-& Navigatør­felag
3 des 2024
Brúgvakaffi Fríggja­dagin 06-12-2024 kl 10:00 - 12:00
28 nov 2024
Fundarinnkalling mánamorgunin tann 02. 12. 2024 kl 10:00
11 nov 2024
Umsóknarblað Til Grunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.