Tíðindi

Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi

24 mar 2024

Í gjárkvøldið hevði manningin og sluppstuðlarnir hjá Westward Ho eina hugnaløtu við døgverða í Múllers Pakkhúsi. Heðin Mortenesn, borgarstjóri, beyð vælkomin. Borarstjórin nevndi, at í Múllers Pakkhúsi angar framvegis av maritimari søgu, og her eigur einhvør sluppvinur altíð at kenna seg heima. - Deiligt at hoyra og síggja, at tit enn einaferð hava tikið eitt megnartak við sluppuni og stórarbeiði er gjørt henda veturin. Hesaferð havi eg hug at veita eina serstaka tøkk til Petur Hans Poulsen, Martin Tórgarð og Jógvan Páll Jensen. - Um nakar, so kenna tit søguna um okkara sluppfiskiskap. Um at vit føroyingar lærdu okkum at virka útróðrarfisk til klippfisk. Tá lærdu vit av hetlendingum. Í 1901 vóru tó 87 sluppir í Føroyum. Í 1930 vóru 165 skip, tá sluppfiskiskapurin var upp á tað mesta. - Westward Ho TN54 varð bygd í Grimsby í 1884. Hon var sostatt 11 ára gomul, tá hon í 1895 varð keypt til Føroya. Hon var til fiskiskap undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi, við Rock All og við Bjarnoynna.

- Hon silgdi eisini vandasjógv millum Føroyar, Ísland og Aberdeen øll krígsárini, og at hon eftir kríggið varð riggað til við línu um várið og til sildarfiskiskap seinni um árið.

- Seinasta túrin til veruligan fiskiskap var sluppin í 1964. Eftir at hava fingið motorskaða varð hon løgd. Tá var ongin hugur at gera nakað við hana, tá vóru eisini komin so nógv nýggj fiskifør til landið.

- Og tvey ár seinni er tað, at Sluppgrunnurin keypir sluppina frá eigaranum og umvælir hana. Men í 1996 bar ikki longur til at fáa siglingarloyvi til hana. Tá var sjálvt kjølurin farin.

- Tá var hon ikki vøkur á at líta. Sum so mangar aðrar var hon klár at draga út millum Stong og Eystnes at verða søkt, og ikki minni skroypilig sá hon út, tá Tjaldrið í 2002 fór sleipandi líka niður til Fraserburgh í Skotlandi við henni til umvælingar.

- Men Gud havi lov fyri at vit ikki valdu løttu loysnina og søktu hana. Tí var hon ein syndarlig sjón tá, tess meira stórsligin og góð var løtan, tá hon eftir trý ár í útlegd kom heimaftur sum eitt vakurt og virðiligt minni um eina farna tíð í føroysku skipasøguni.

- Hetta var ein hátíðardagur fyri Havnina og fyri allar Føroyar. Og tað, at sluppin framvegis er eitt prýði fyri býin, er bara tykkum fyri at takka, tykkum, sum leggja tykkara lív og sál í hetta arbeiði, samstundis sum tit styrkja okkara søguliga og mentanarliga tilvit. - Tit kenna alla hesa søguna, men slupptíðin broytti okkara samfelag frá einum bóndasamfelagi til eitt ídnaðarsamfelag. Og menningin byrjaði við sluppunum. Eftir fáum áratíggjum gjørdust vit heimsins mest framkomna fiskivinnutjóð á mongum økjum. - Tað er stórbært at síggja træseglskipini stevna inn í býin, t.d. tá regatta er. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning at varðveita okkara søgu á henda hátt, tí útlendingar øvunda okkum seglskipini, serliga okkara nærmastu grannar, sum gloymdu at varðveita søguligu skip síni, meðan tíð enn var. - Hetta er ein livandi siðsøguligur mentanararvur, sum føroyska tjóðin ongantíð má missa burtur, tí sluppirnar meira enn nakað annað vóru tær, sum slóðaðu fyri tí stóru samfelagsligu menning, vit hava upplivað í Føroyum. - Í søguligum perspektivi eru so ómetaliga stutt síðan, at sluppirnar lógu her á Vestaruvág fyri akkeri um veturin. Tá várið kom, og sluppirnar skuldu gerast út til vártúrin undir Íslandi, vaknaði býurin og alt landið til nýtt lív. - Sum tað enn sæst, so vóru pakkhúsini stór, tí saltfiskurin og klippfiskurin var nógvur. Og arbeiði var bæði til kvinnur og menn. Pakkhúsini og mong av teimum húsum, ið nýtt vórðu tá, eru eisini við at vakna til nýtt lív og vit uppliva eina blómandi mentan her í tí gamla maritima umhvørvinum. - Tit leggja tykkara lív og sál í hetta arbeiði, tøkk fái tit, at tit samstundis hava sett tykkum fyri, at føroyski skúlaungdómurin kann læra at fremja góðan sjómansskap umborð á træseglskipi, har serligur dentur verður lagdur á gott viðlíkahald og trygd á sjónum. - Eisini leggja tit tykkum eftir at føra skipini aftur til tað upprunaliga við denti á gott handverksarbeiði. Skipshandverkið er eins og føroyska bátasmíðið nakað heilt serstakt, og list í sjálvum sær. - Vit eru errin av tí stóra áhuga og tí stóru virðing, sum er millum manna, bæði heima og úti í heimi, fyri at tit hava megnað at varðveita henda søguliga skatt okkara. - Eg skal tí samstundis veita tykkum eina hjartans tøkk fyri, at tit altíð eru einastandandi góð umboð fyri høvuðsstaðin. - Ein hjartans tøkk til øll, sum halda sluppina við líka og hjúkla um hana ta myrku tíðina, øll, ið reka hana og eru manning, ta tíðina av árinum, tá siglt verður, øll hjá Tórshavnar havn, ið dagliga ansa henni her úti við Høgukei, og at enda øllum, sum hava lagt túsundtals ókeypis arbeiðstímar í at varðveita hetta tjóðarminni okkara, til gagns fyri allar føroyingar. - Stóra takk fyri øll somul. Hjartans takk fyri, blíðan byr víðari, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda. Á móttøkuni handaðu íslendsku Óðins Vinir eitt kort við yvirliti yvir øll føroysk skip, sum fórust undir Íslandi millum 1870 og 1993.


Myndarøð
20 des 2024
Førya Skipara -& Navigatør­felag og Betri Pensjón hava í dag undirskriva eina 5 ára avtalu
18 des 2024
Ársaðalfundu­rin hjá Føroya Skipara-& Navigatør­felag
3 des 2024
Brúgvakaffi Fríggja­dagin 06-12-2024 kl 10:00 - 12:00
28 nov 2024
Fundarinnkalling mánamorgunin tann 02. 12. 2024 kl 10:00
11 nov 2024
Umsóknarblað Til Grunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.