Tíðindi
Føroya Skipara -& Naviagatørfelag og LÍV hava gjørt avtalu um Gensidige viðgerðartrygging
Í samstarvi við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Gjensidige Forsikring bjóða vit tær við hesum at tekna eina viðgerðartrygging.
Viðgerðartrygging er til tín, ið ynskir trygd fyri skjótari og góðari viðgerð, um illa vil til.
Skjóta & góða viðgerð Ert tú ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi.
Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva.
Frítíð & arbeiðstíð Viðgerðartryggingin er galdandi í frítíð og arbeiðstíð, og ert tú sostatt tryggjað/ur alt samdøgrið. Tá ið tryggingin verður teknað í bólki, ið telur fleiri enn 5 fólk, er pína, sjúka og skaði umfatað av tryggingini frá fyrsta degi. Viðgerðir, sum longu eru í gongd á annan hátt, verða ikki dekkaðar.
Kostnaður Alt eftir hvussu nógvir limir ynskja at tekna hesa trygging eru hesir prísir galdandi:
Yvir 40 limir o Limur: 1.867 kr. árligt gjald o Hjúnafelagi/sambúgvi: 1.933 kr. árligt gjald
Undir 40 limir o Limur: 2.600 kr. árligt gjald o Hjúnafelagi/sambúgvi: 2.961 kr. árligt gjald
Gjalding Sum limur rindar tú sjálvur fyri hesa tryggingina. Rokningin verður send frá Gjensidige beinleiðis til tín. Tryggingargjaldið kann ikki rindast av pensjónsgjaldinum. Upphæddin er ein árlig upphædd.
Fyri at limirnir kunnu fáa tryggingina fyri lægra gjaldið er umráðandi, at fleiri enn 40 tekna sær hesa trygging.
Vinarliga boða okkum frá á liv@liv.fo skjótast gjørligt um tit ynskja eina viðgerðartrygging. Freistin at boða okkum frá er 26.02.25.
Vit frætta eisini fegin, um tryggingin ikki hevur áhuga.
Vinarliga Tryggingarfelagið LÍV Angela Lindenskov á Bøgarði Skrivstovufólk- og Marknaðarfólk / Office and Marketing Executive +298311111 | +298351118 | www.liv.fo