Tíðindi

FSN-formaðurin ovfarin av frídøming

3 feb 2025

Annfinnur Garðalíð ivast í rættarstøðuni hjá skiparum, nú Føroya Rættur hevur blástemplað kapringina av Ternuni í september 2019

- Eftir henda dómin hevði eg hugsað meg um meira enn eina ferð, áðrenn eg sum skipari brúkti heimildirnar, ið eg annars havi sambært sjólógini. Rætturin hevur talað, og hann sigur jú, at tað er ikki revsivert at kapra eitt skip í Føroyum.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, um frídømingina av fimm nólsoyingum, sum í september 2019 gingu á odda í einum mótmælistiltaki í Nólsoy, har strandfaraskipið Ternan varð hildin aftur.

Formaðurin skilir væl, at eitt nú nólsoyingar kunnu verða ørkymlaðir, tá óvissa stingur seg upp um ferðasambandið, men undrast yvir, at hetta eftir øllum at døma eisini loyvir teimum at skúgva lóg og rætt til viks.

Teir fimm menninir vóru ákærdir fyri trý ymisk brot á revsilógina, men frídømingin fær avleiðingar fyri, hvussu skiparar fram eftir fara at meta um sínar heimildir eftir sjólógini, heldur Annfinnur Garðalíð.

SÍ VIDEOBROT:


4 feb 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming
30 jan 2025
Nordisk Navigatørkongress hildin í Haugesund 28. og 29. januar 2025
27 jan 2025
Nýggj avtala gjørd millum LÍV og FSN um samlagstrygging
27 jan 2025
Føroya Skipara -& Naviagatør­felag og LÍV hava gjørt avtalu um Gensidige viðgerðartrygging
25 jan 2025
Próvhandan á Vinnuháskúlanum
20 jan 2025
Sátt­mála­krøv­ini handa millum FSN og FRH