Tíðindi

FSN-formaðurin ovfarin av frídøming

3 feb 2025

Annfinnur Garðalíð ivast í rættarstøðuni hjá skiparum, nú Føroya Rættur hevur blástemplað kapringina av Ternuni í september 2019

- Eftir henda dómin hevði eg hugsað meg um meira enn eina ferð, áðrenn eg sum skipari brúkti heimildirnar, ið eg annars havi sambært sjómanslógini. Rætturin hevur talað, og hann sigur jú, at tað er ikki revsivert at kapra eitt skip í Føroyum.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, um frídømingina av fimm nólsoyingum, sum í september 2019 gingu á odda í einum mótmælistiltaki í Nólsoy, har strandfaraskipið Ternan varð hildin aftur.

Formaðurin skilir væl, at eitt nú nólsoyingar kunnu verða ørkymlaðir, tá óvissa stingur seg upp um ferðasambandið, men undrast yvir, at hetta eftir øllum at døma eisini loyvir teimum at skúgva lóg og rætt til viks.

Teir fimm menninir vóru ákærdir fyri trý ymisk brot á revsilógina, men frídømingin fær avleiðingar fyri, hvussu skiparar fram eftir fara at meta um sínar heimildir eftir sjómanslógini (Løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki), heldur Annfinnur Garðalíð.

SÍ VIDEOBROT:


4 mar 2025
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum FSN og RFH eru slitnaðar
21 feb 2025
Sáttmálin millum FSN og RFH er framlongdur í eina viku t.v.s. fram til 7. mars
11 feb 2025
Fyrireiking til Fasta Gerðarættin sum verður 17. feb 2025
4 feb 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming
30 jan 2025
Nordisk Navigatørkongress hildin í Haugesund 28. og 29. januar 2025
27 jan 2025
Nýggj avtala gjørd millum LÍV og FSN um samlagstrygging